Nýtt klædnamerki: PROSJEKT BRYNJA

Nýtt klædnamerki: PROSJEKT BRYNJA
PROSJEKT BRYNJA fer at framleiða yvirpløgg úr føroyskari ull, sum brynja teg til føroyska veðrið.
 
05.12.2024 - 11:44

- Eg byrjaði egna fyritøku í 2020 við navninum DURITA THOMSEN, sum síðan tá í høvuðsheitum hevur framleitt hondbundin pløgg saman við bindikonum í Føroyum og selt, fyrst í Østrøm, og nú í handlinum Káta Hornið á gongugøtuni í Havn. Hesi árini havi eg lært eina rúgvu og fingið royndir, sum eg haldi hava ført meg fram til hesa verkætlanina.

Tað sigur Durita Thomsen, sum er stigtakari til PROSJEKT BRYNJA.

Endamálið er at lyfta føroysku ullina og nýta hana til tað, sum hon hóskar seg allarbest til: yvirklæðir.

- Mítt ynski er, at skapa tað serliga plaggið, sum er praktiskt, og sum kann vara eina lívstíð, sigur Durita.

Durita Thomsen heldur, at føroyska ullin er sera væl egnað til okkara veðurlag. Ullin hevur eginleikar, sum gera hana serliga slitsterka, heita og vatnavvísandi og harvið eitt framúr tilfar til, millum annað, jakkar og frakkar.

- Eg haldi, at tað er nakað heilt serligt at fara í føroyska ull, tí eg veit hvaðani hon kemur, eg kenni søguna um ullina, og hvønn týdning hon hevur havt. Og eg veit, at eg stuðli uppundir eina burðardyggari klædnavinnu við hesi verkætlanini. Og so haldi eg eisini, at vit mangla størri og meir fjøltátta úrval av yvirpløggum!

1712615

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948