Eingin ætlan at prísjavna tollfría markið

Eingin ætlan at prísjavna tollfría markið
Markið er 2.500 kr., og tað hevur verið óbroytt síðani miðskeiðis í nítárunum
Føroyingar ferðast meira nú, og tí eru møguleikar at keypa meira tollfrítt, hóast tollfría markið framvegis er 2.500 kr., sigur Ruth Vang. landsstýriskvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2024 - 13:56

Tollfría markið hevur verið óbroytt síðani nítiárini, og tað er ongantíð prísjavnað. 

Men eingin ætlan er at broyta tollfría markið, sigur Ruth Vang, landstýriskvinna í fíggjarmálum.

Hon sigur, at tá markið var ásett, ferðaðust føroyingar nógv minni, enn teir gera nú. Og tí eru møguleikar at keypa meira tollfrítt.

Men Ruth Vang viðgongur, at tá hugsað verður um prísvøksturin seinastu árini, átti markið at verið javnað.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at viðgerða málið í samgonguni, men málið hevur ongan skund, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

04122061_Tollur_og_Ruth

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772