Watson vil hava løgmálaráðharran at taka avgerð

Watson vil hava løgmálaráðharran at taka avgerð
Paul Watson situr framvegis í varðhaldi í fongslinum í Nuuk og bíðar eftir avgerð hjá donskum myndugleikum
Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli.
Mynd: Sermitsiaq  
 
27.11.2024 - 13:36

Paul Watson situr framvegis í varðhaldi í fongslinum í Nuuk og bíðar eftir, at Danmark ger av, hvat skal henda við sær.

Nú eru tríggir mánaðir síðani, at hann var handtikin.

Grønlendska útvarpið hevur vitjað Watson í varðhaldinum.

- Varðhaldsfongslinin verður longd tríggjar vikur hvørja ferð. Tey hava alt skjalfest, og hava øll prógvini. Tey hava alt, sum er neyðugt at taka avgerð, sigur Watson.

Watson var handtikin, tí Japan hevði givið altjóða boð um at handtaka hann.

Japan vil hava hann útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin í sambandi við ein átak í 2010 at steðga hvalaveiði í Antarktis.

Sambært japanskum myndugleikum fekk ein av manningini  á einum hvalaveiðiskipi skaða.

Paul Watson sigur, at einki hald er í skuldsetingini, og at málið er blást upp.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27112024_Watson

 

Watson skal í rættin aftur 4. desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878