- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-tingið góðkent nýggju ES-nevndina
Nýggj ES-nevnd við Ursulu von der Leyen sum forkvinnu, fekk meirluta í ES-tinginum í dag.
370 atkvøddu fyri, 282 atkvøddu ímóti, og 36 greiddu ikki atkvøðu.
Fyri fyrstu ferð er ein politikari á ytsta høgravongi valdur til varaformann í ES-nevndini.
Raffaele Fitto, úr flokkinum Italsku brøðurnir, hava fyrr havt fleiri álitissessir í italskum politikki.
Í ES-nevndini fær hann ábyrgd av nýskipanum og felagsskapi.
Hesi manna nýggju ES-nevndina. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Fyrrverandi forsætisráðharrin í Estlandi, Kaja Kallas, verður nýggjur uttanríkisstjóri í ES.
Fyrrverandi danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Dan Jørgensen, verður nýggjur nevndarlimur í orku- og bústaðarmálum.
Fyrrverandi forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa, er longu tilnevndur leiðari fyri ES-ráðnum, og hann skal leiða ES-toppfundir næstu árini.
Nýggja ES-nevndin tekur við 1. desember.