- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin: Linjuføringarnar klúgva bygdina
Fólk heima á Sandi eru ikki fegin um ætlanirnar hjá landsmyndugleikunum at leggja ein stóran landsveg fram við Sandsvatni í sambandi við ætlaða Suðuroyartunnilin.
Heri Sverrason, borgarstjóri, sigur, at linjuføringarnar fara at klúgva bygdina.
Hann undrast eisini á, hví landsmyndugleikarnir ikki hava tosað við kommununa um linjuføringina.
Heri Sverrason vísir á aðrar møguleikar, soleiðis at Skúvoy eisini kann verða knýtt upp í Suðuroyartunnilin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Í næstum verður skipað fyri borgarafundi á Sandi, og eftir fundin verður eitt hoyringarskriv til lógaruppskotið latið inn, áðrenn freistin fer 6. desember, sigur Heri Sverrason.