- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vaknaði av alarmi frá sponsku veðurstovuni
Vaknaði av alarmi frá sponsku veðurstovuni
Beinta Mikkjalsdóttir Helmsdal fór til Malaga at leita eftir sólini. Men býurin hevur eisini bjóðað bæði grimdarregn og áarføri
Mynd: Privat mynd
14.11.2024 - 12:58
Seint týskvøldið sendi spanski veðurstovnurin, Agencia Estatal de Meteorologia, út regnávaring fyri Suðurspania. Alarmurin var sendur út á allar telefonir í økinum.
Beinta Mikkjalsdóttir Helmsdal, sum býr og starvast í Malaga, gjørdist kløkk, tá alarmurin á telefonini vakti hana úr svøvni.
Í boðunum var sagt frá, at grimdarregn og stormur vóru í væntu.
Mynd: Jon Nazca/Reuters/Ritzau Scanpix
Tað eru bara einar tvær vikur síðan, at spaniólar upplivdu grimdarregn og áarføri. Eitt nú var býurin Valencia ógvuliga hart raktur.
Malaga tykist vera betur brynjaður at standa ímóti slíkum veðri, sigur Beinta.
Stóra áin í býnum svølgir nógv regn, og myndugleikarnir hava fyrireikað seg væl.
1708370
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV