
- Tíðindi, mentan og ítróttur
1.000 føroyingar uttanlands hava útbúgving í heilsu og umsorgan

Ein triðingur av føroyingunum, sum býr uttanlands, hevur útbúgving á heilsu- og umsorganarøkinum.
Tað vísa nýggj hagtøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt í dag.
Av teimum 1.000 føroyingunum uttanlands, sum hava útbúgving innan heilsu og umsorgan, eru 164 útbúgvin í sjúkrarøkt ella sum ljósmøður.
Og tað eru tøl, sum fáa forkvinnuna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, at undrast.
Óluva í Gong. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hon ásannar eisini, at sjálvt um politiski myndugleikin hevur raðfest at taka fleiri inn til sjúkrarøktarfrøðislestur, so er tað ikki nóg mikið. Í staðin má sjóneykan setast á onnur viðurskifti, til tess at varðveita fólkið.
Kári Holm Johannesen, leiðari á hagdeildini á Hagstovuni, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru í Breddanum fyrrapartin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
