ICC gevur boð um at handtaka Netanyahu

ICC gevur boð um at handtaka Netanyahu
Altjóða revsidómstólurin sigur, at ísraelski forsætisráðharrin og fyrrverandi verjumálaráðharrin í Ísrael hava m.a. framt krígsbrotsverk í Gasageiranum og Eysturjerusalem
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og Yoav Gallant, fyrrverandi verjumálaráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.11.2024 - 15:01

Altjóða revsidómstólurin, ICC, hevur givið boð um at handtaka ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og fyrrverandi ísraelska verjuráðharran, Yoav Gallant.

Handtøkuboðini eru fyri framd krígsbrotsverk í Gasageiranum, í Eysturjerusalem og á Vestara áarbakka frá 8. oktober í 2023 til mai í 2024. 

Tað skrivar ICC á síni heimasíðu. 

 

Eisini Hamas-leiðaran

Altjóða revsidómstólurin hevur eisini givið boð um at handtaka Hamas-leiðaran, Mohammed Al-Masri, betur kendur sum Mohammed Deif.

Ísrael segði seg hava dripið Hamas-leiðaran fyrr í ár, men hesum hevur Hamas víst aftur. ICC hevur roynt at fáa staðfest, um hann er á lívi ella ikki, men tað er ógreitt enn.

Handtøkuboðini bera í sær, at um eitt nú Netanyahu kemur til eitt land, sum er limur í ICC, hevur viðkomandi land skyldu at handtaka forsætisráðharran og útflýggja dómstólinum hann.

Ísrael er ikki limur í ICC og viðurkennir ikki dómstólin.

USA er heldur ikki limur í ICC, men tað eru 124 onnur lond, millum annað flestu lond í Evropa,  teirra millum Norðurlond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878