Watson bíðar enn eftir danska løgmálaráðharranum

Watson bíðar enn eftir danska løgmálaráðharranum
Paul Watson var tikin í Nuuk 21. juli, og hann hevur verið í varðhaldi har síðani
Paul Watson er varðhaldsfongslaður til 4. desember.
Mynd: Sermitsiaq  
 
18.11.2024 - 10:17

Enn er ikki greitt, nær Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, avger, um Danmark skal lata Japan Paul Wat­son.

Soleiðis tulkar íslendska Morgunblaðið svarið, sum tað hevur fingið frá danska løgmálaráðnum.

Paul Watson var tikin í Nuuk 21. juli, og hann hevur verið í varðhaldi har síðani.

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Seinast, varðhaldið var longt, var tað longt til 4. desember.

Paul Wat­son fyllir 74 ár 2. des­em­ber.

Fyri hálvum øðrum mánaði síðani gav Hægstirættur Poul Watson og fólki hansara loyvi til at koma í Hægstarætt við málinum.

Fundurin har er ikki fráboðaður enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878