Stjórnarkreppa í Týsklandi

Stjórnarkreppa í Týsklandi
Fíggjarmálaráðharrin er koyrdur frá, og samstundis hevur hann tikið Fríu demokratarnar úr stjórnini, sum nú hevur mist meirilutan
Olof Scholz, samveldiskanslari, gav ilt av sær í gjár, tá hann koyrdi fíggjarmálaráðharran frá. Úrslitið er, at stjórnin nú er komin í minniluta.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.11.2024 - 15:15

Stjórnarkreppa er í Týsklandi, eftir at samveldiskanslarin Olaf Scholz í gjárkvøldið koyrdi fíggjarmálaráðharran Christian Lindner frá. 

Christian Lindner er eisini leiðari í Fríu demokratunum, sum er ein av teimum trimum stjórnarflokknum,  saman við SDP og teimum Grønu.

Lidnder svaraði aftur við at taka Fríu demokratarnar úr stjórnarsamstarvinum.

 

Christian Lindner var koyrdur frá sum fíggjarmálaráðharri, og siðani tók hann Fríu demokratarnar úr stjórnini.(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Álitisbrot og óvirðiligur atburður

Scholz segði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at Lindner í fleiri umførum hevði framt álitisbrot og borið seg óvirðiliga at. Tí var ikki grundarlag at halda fram við samstarvinum, segði Scholz.

Samveldiskanslarin var ógvuliga bersøgin á tíðindafundinum, og segði haraftrat, at Lindner hevði setti áhugamálini hjá flokkinum hjá sær fram um áhugamálini hjá landinum. 

Støðan hevur annars verið spent, meðan flokkarnir hava viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár, tí eingin búskaparvøkstur var at hóma annað árið á rað. Tær stóru ósemjurnar hava tí verið um, hvussu gongd aftur fæst á búskapin, skrivar CNN.

 

Atkvøða um álit

Stjórnin hjá Olaf Scholz er sostatt í minniluta, og samveldiskanslarin segði í gjárkvøldið, at samveldistingið skal atkvøða, um tað hevur álit á sær sum kanslara 15. januar.

Hetta kann síðani hava við sær, at val verður í ótíð 15. mars.

Seinasta, val var í ótíð í Týsklandi, var í 2005, tá Gerhard Schrøder tapti fyri Angelu Merkel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. november
Samværi 048 - Hví skulu vit samanberast?
183252
Hósdag 7. november
Breddin: Tøkugjald og Trump
183238
Hósdag 7. november
Brot úr Føroya søgu
183234
Hósdag 7. november
Morgunlestur hósdagur 7. november 2024
183013
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125