Forsetin vann seinna valumfar í Moldova

Forsetin vann seinna valumfar í Moldova
Maia Sandu hevur sambært valnevndini fingið 54,7 prosent av atkvøðunum
Maia Sandu, forseti, á vali í gjár. Veljarin hevur givið henni undirtøku at arbeiða víðari við at nærkast vesturheiminum og ES.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.11.2024 - 08:34

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, sum er vesturlendskt sinnað, hevur vunnið seinna og avgerandi umfarið av forsetavalinum.

Sandu hevur, sambært valnevndini í Moldova, fingið 54,7 prosent av atkvøðunum.

Mótstøðumaður hennara, Alexandr Stoianoglohar, fekk 45,3 prosent av atkvøðunum.

Hetta skrivar tíðindastovan AFP .

Tíðindastovan skrivar, at úrslitið er ein stórur lætti hjá vesturlendskt sinnaðu stjórnini, sum stuðlar Sandu og hennara royndum at styrkja vesturlendsku sambondini hjá Moldova, og eisini ætlanini at gerast limur í ES.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946