Hava havt fyrsta fundin í dag

Hava havt fyrsta fundin í dag
Semingsstovnurin hevur havt fund við Starvsfelagið í dag.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.11.2024 - 18:39

- Vit hava havt ein fund við starvsfelagið í dag fyri at vita, hvar partarnir standa. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Starvsfelagið skuldi sum fyrsti partur á fund við semingsstovnin í dag kl 13 eftir at tað í gjár kom framm, at sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála vóru slitnaðar og semingsstovnurin var boðsendur.

Fundur verður við hin partin, sum er Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, annaðhvørt mánadagin ella týsdagin, sigur hann. 

Eitt møguligt verkfall varð útsett eina viku frá á midnátt. Hetta merkir, at einki stríð verður, fyrr enn í fyrsta lagi um eina viku, sigur Terje Sigurðsson. 

Hann vil ikki viðmerkja, hvørji sannlíkindi eru fyri verkfalli, sum nú er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017