Vatnflóð í Spania kravt 60 mannalív

Vatnflóð í Spania kravt 60 mannalív
Í býnum Chiva, sum liggur í Valencia, hevur regnað 491 millimetrar í átta tímar
Tað hevur regnað óvanliga nógv í Spania.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.10.2024 - 14:20

60 fólk eru higartil deyð í vatnflóð í Spania.

Tað hevur regnað illa, og tað hevur fingið áirnar at floyma upp um  áarbakkarnar har eysturi í landinum. 

Í nátt boðaði spanski veðurstovnurin, AEMET, frá, at í býnum Chiva, sum liggur í Valencia, hevur regnað 491 millimetrar í átta tímar.  

Nógv fólk sita føst í húsum sínum, tí at vegir standa undir í vatni.

Tað upplýsa myndugleikarnir í landspartinum Valencia, sambært Reuters.

 

 

Eitt fólk í Valencia og seks fólk í Letur í Albacete eru ikki komin afturíaftur, skrivar Rtve.es.

Í Letur, sum er okkurt um 80 kilometrar vestan fyri havnarbýin Alicante, vísa sjónvarpsmyndir, áarførið tekur bilarnar.

Bjargingarlið sleppa illa framat støðunum, har fólk eru í neyð, og hava tørv á hjálp. 

Tyrlur fara tí at koma summum til hjálpar, skrivar Rtve.es.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946