Býráðið vil seta treytir fyri stutttíðarleigu

Býráðið vil seta treytir fyri stutttíðarleigu
Tað skulu vera fleiri treytir til tey, sum leiga út til ferðafólk eitt nú umvegis Airbnb
Airbnb
Mynd: Savnsmynd  
 
25.10.2024 - 07:46

Tórshavnar kommuna fer nú at heita á landsstýrið um, at geva kommununi heimild at seta treytir og ásetingar fyri stutttíðarleigu, so sum útleigan á Airbnb.

Tað samtykti býráðið einmælt í gjárkvøldið.

Í landsfólkayvirlitinum standa fleiri hús í Havn at vera skrásett uttan nakran fastbúgvandi, og serliga er tað í ávísum pørtum av Havnini, sigur kommunan.

Eitt nú í gomlu Havnini. 

Fleiri av hesum húsum verða útleigað í styttri tíðarskeið. Eisini verða nýggjar íbúðir bygdar og keyptar til stutttíðarleiguendamál.

 

Eingin lóggáva um stutttíðarleigu

Samanborið við grannalondini er eingin lóggáva ella ásetingar um stutttíðarleigu.

Kommunan nevnir nakrir møguleikar, sum kunnu loysa trupulleikan.

Eitt nú at kann hámark setast fyri gistingar ella árliga inntøku, soleiðis at tað ikki loysir seg ov væl, samanborið við langtíðarleigu.

Sambært leitifunkuni á Airbnb vóru 987 leigumál í Føroyum síðst í august í ár.

Hetta talið er sannlíkt eitt vet hægri á hásumri, sigur kommunan.

 

Vaksandi tal av leigumálum

Seinastu fimm árini er talið vaksið skjótt. Í 2017 lá talið á 306 leigumálum, og í 2022 var talið komið upp á 702 leigumál.

Kommunan vísir á, at í Føroyum er eingin lóggáva ella reglugerð, sum fevnir um stutttíðarleigu gjøgnum pallar sum Airbnb.

Eisini er tað ein trupulleiki, at staðbundnar nevndir og eigarafeløg ikki seta treytir til Airbnb ella stutttíðarleigu, hóast tað er vanligt í øðrum londum.

Kommunan sigur tó, at í viðtøkunum fyri lestraríbúðirnar hjá Bústøðum í Finsen, Næmingaheiminum undir Fjalli og Studentaskúlaheiminum í Berjabrekku, stendur at ikki er loyvt at leiga ella framleia íbúðina á airbnb ella øðrum heimasíðum, har bústaðir verða leigaðir ella umbýttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878