Sitandi kanslari biðin um at skipa nýggja stjórn

Sitandi kanslari biðin um at skipa nýggja stjórn
Hóast høgravendi flokkurin gjørdist størstur á valinum vil eingin samstarva við hann
Karl Nehammer er kanslari í Eysturríki.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.10.2024 - 09:32

Forsetin í Eysturríki, Alexander Van der Bellen, hevur biðið sitandi kanslaran í landinum, Karl Nehammer úr konservativa flokkinum ÖVP, um at royna at skipa stjórn.

Tað skrivar Ritzau.

Tað var annars høgravendi FPÔ - Frælsisflokkurin í Eysturríki - sum vann valið í september, men eftir fyrstu tingingarnar vísir tað seg, at eingin vil arbeiða saman við flokkinum.

Á valinum í september var tað fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein høgravendur flokkur gjørdist størstur í eysturríkska tjóðartinginum. 

FPÖ fekk 29 prosent av atkvøðunum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946