Fólkið Í Moldova er fyri ES

Fólkið Í Moldova er fyri ES
Meirilutin var tepur, 50,39 prosent. Neyðugt verður við einum umfari aftrat til forsetavalið
Bæði forsetaval og fólkaatkvøða um ES vóru í Moldova í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2024 - 15:00

Nú er greitt, at fólkið í Moldova hevur atkvøtt ja fyri ES.

Men meirilutin var tepur, 50,39 prosent, váttar forsetin, Maia Sandu.

Forsetin vildi hava undirtøku fyri ætlan síni um at lima Moldova inn í ES og venda Russlandi bakið. 

Forsetaval var eisini í Moldova í gjár, 

 

Maia Sandu á forsetavali í gjár. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Maia Sandu sigur, at valsvik er framt, tí brotsmenn hava roynt at keypa sær 300.000 atkvøður við útlendskari hjálp.

Neyðugt verður við einum valumfari aftrat, tí Maia Sandu fekk ikki neyðugu 50 prosentini av atkvøðunum á forsetavalinum í gjár. 

Seinna valumfar verður 3. november, og tá stendur valið millum Sandu og pro-russiska valevnið,  Alexandr Stoianoglo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946