Eitt valumfar aftrat í Moldova

Eitt valumfar aftrat í Moldova
Maia Sandau, forseti, sigur, at brotsmenn hava svikað við atkvøðum á forsetavalinum
Maia Sandau, forseti í Moldova, fekk ikki meiriluta á fyrra valumfari, og tí verður neyðugt við einum umfari aftrat.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2024 - 08:10

Nærum allar atkvøðurnar eru taldar upp á forsetavalinum í Moldova, men tað er greitt, at Maia Sandu noyðist til eitt valumfar aftrat 3. november í royndini at tryggja sær eitt forsetaskeið aftrat.

Enn hevur hon ikki fingið meira enn 50 prosent av atkvøðunum. 

Mótstøðumaðurin tá verður pro-russiski Alexandr Stoianoglo.

Men enn er ógreitt, hvør hevur vunnið ES-fólkaatkvøðuna í landinum, sum er samstundis sum forsetavalið.

 

Á forsetavalinum kundu veljararnir í Moldova eisini siga sína hugsan um ES, men úrslitið av ES-fólkaatkvøðuni er ikki bindandi. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ikki bindandi

Eftir at meira enn 98 prosent av atkvøðunum eru tald upp, so liggur ja-síðan á odda við 50,03 prosentum ímóti 49,97 prosentum hjá nei-síðuni.

Atkvøðugreiðslan er tó ikki bindandi fyri politikararnar, skrivar DR. 

ES-vinarligi forsetin Maia Sandu kann sostatt halda fram við ES- tilgongdini, sama hvat úrslitið verður.

Men hon heldur, at brotsmenn hava svikað við atkvøðum í sambandi við valið í Moldova um vikuskiftið.  

Tað snýr seg um umleið 300.000 atkvøður, sum brotsmenn hava roynt at keypt sær við hjálp uttaneftir, sigur Maia Sandu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749