Sørvágur hevur ikki ráð til ítróttarhøll fyri 80 millliónir

Sørvágur hevur ikki ráð til ítróttarhøll fyri 80 millliónir
Bygdaráðið í Sørvági ætlar at gera eina ítróttarhøll í kommununi, men hevur ikki ráð at rinda tær næstan 80 milliónir krónurnar, sum tað fer at kosta
Sune Jacobsen, bygdaráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
 
20.10.2024 - 15:03

Sune Jacobsen, bygdaráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu, klamsar við hurðini, nú hann boðar frá, at hann ikki stillar upp aftur. 

Hann er sera ónøgdur við, at meirilutin av bygdaráðnum hevur brúkt pengar at kanna, hvat ein ítróttarhøll fer at kosta.

Hann sigur, at kommunan als ikki hevur ráð at gera eina ítróttarhøll.

Ístaðin fyri eina ítróttarhøll, ynskir Sune Jacobsen at útbyggja verandi høll í skúlanum, so at til ber hjá SÍ eisini í framtíðini at spæla sínar heimadystir í Sørvági.

 

Sorvag_-_holl


Meirilutin vil hava ítróttarhøll


Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, segði, tá ið hon varð vald til borgarstjóra fyri fýra árum síðani, at eitt av høvuðsmálunum hon fór at arbeiða við, var ein høll, og at ein høll skuldi vera planerað, tá ið valskeiðið var liðugt.

Hartil eru kommunan tó ikki komin í dag.

Loysnina við at útbyggja flogbóltshøllina í skúlanum, tekur bygdarráðið ikki undir við.


Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450