Jana Mittún: Máttu kempa fyri sigrinum

Jana Mittún: Máttu kempa fyri sigrinum
Føroyar máttu arbeiða hart fyri sigrinum ímóti Litava, men tá tað so líðandi kom glapp í bæði álopi og verju, kom munurin til sjóndar, segði dagsins spælari, Jana Mittún
09.04.2025 - 22:08

Eingin var meir avgerandi, tá føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu 36-26 á Litava við Tjarnir, enn Jana Mittún.

Bakspælarin við nummar 77 á rygginum var her, har og allaðstaðni, tá Føroyar tryggjaðu sær framúr útgangsstøði undan returdystinum í Kaunas sunnudagin.

Men sigurin kom ikki uttan sveitta, segði ungi føroyski dirigenturin.

 - Vit skuldu kempa fyri at vinna. Í fyrra hálvleiki eru vit rættuliga javnar við tær. Vit brenna nokkso illa, men eg haldi, at sum frá líður í seinna hálvleiki, hava vit meir orku enn tær, segði Jana Mittún.

Bakspælarin úr Viborg HK skeyt sjálv níggju mál og legði upp til sjey, og tá tað so líðandi loysnaði frammanfyri stóru áskoðarafjøldini, varð spurningurin ikki um, men heldur hvussu nógv Føroyar fóru at vinna.

 - Tað lætti eitt sindur um, tá vit byrja at skora, og nervarnir runnu av okkum segði Jana Mittún, sum nú hevur góðar HM-vónir.

Kringvarpið vísir returdystin beinleiðis í sjónvarpinum sunnudagin frá klokkan 13.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805