Watson biður um politiskt friðskjól í Fraklandi

Watson biður um politiskt friðskjól í Fraklandi
Sea Shepherd í Fraklandi hevur sent umbønina
Paul Watson er framvegis varðhaldsfongslaður í Nuuk.
Mynd: Sermitsiaq  
 
18.10.2024 - 08:15

Paul Watson biður nú franska forsetan, Emmanuel Macron, um politiskt friðskjól í Fraklandi. 

Áheitanin um friðskjól var send Macron fyrr í vikuni, skrivar AFP. 

Tað er Sea Shepherd í Fraklandi, sum hevur sent umbønina, váttar leiðarin hjá franska felagsskapinum fyri AFP. 

Paul Watson hevur nú skjótt sitið í varðhaldi í Grønlandi í tríggjar mánaðir. Tað var 21. juli, at hann var handtikin í Nuuk.

Varðhaldsfongslingin er longd fýra ferðir.

Paul Watson og hansara fólk hava fingið loyvi at royna málið í Hægstarætti. Hægstirættur hevur ikki dagfest viðgerðina enn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946