Rutte: Ukraina verður limur í Nato

Rutte: Ukraina verður limur í Nato
Til limaskapurin er veruleiki, skal Ukraina fáa tað, sum tørvur er á, fyri at standa seg ímóti russisku innrásini, sigur Nato-aðalskrivarin
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, og ukrainski forsetin Zelenskyj á toppfundi í Brússel í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2024 - 08:19

Nato-aðalskrivarin Mark Rutte vissar Ukraina um, at landið verður partur av Nato í framtíðini.

Boðini komu á einum tíðindafundi í Brússel í gjár, í sambandi við ein fund millum verjumálaráðharrarnar í Nato, har ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eisini var við.

- Ukraina verður partur av Nato. Til ta tíð skal Ukraina hava tað, sum tørvur er á, fyri at standa ímóti russisku innrásini, segði Rutte sambært Reuters.

Nato-aðalskrivarin kom ikki við nøkrum tíðarkarmi fyri ukrainsku innlimanina í verjusamgonguna.

Á ES-toppfundi í Brússel í gjár legði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fram sína sokallaðu sigursætlan. 

Tá legði hann dent á, at ukrainskur limaskapur í Nato er avgerandi fyri at fáa varandi frið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946