Hormonsnyril økir um vandan fyri bróstkrabba

Hormonsnyril økir um vandan fyri bróstkrabba
Øktur vandi er fyri at fáa bróstkrabba, tá kvinnur nýta hormonspiral. Tað vísir nýggj gransking, sum danski depilin fyri krabbameinsgransking hevur kunngjørt
Mynd: Savn  
 
17.10.2024 - 18:36

Økti vandin kann umsetast til, at um 10.000 kvinnur nýta hormonspiral í fimm ár, eru 14 ella fleiri tilburðir við bróstkrabba enn millum kvinnur, ið eru líka nógvar í tali, og sum ikki hava nýtt hormonspiral.

Bróstkrabbi átti við hesum at blivið sæddur sum eitt hjáárin av at nýta hormonspiral, siga granskarar.

Tá læknar tí leiðbeina kvinnum um fyrimunir og vansar við at nýta hormonspiral, eiga teir at kunna um, at aðrir møguleikar fyri fyribyrging kunnu vera betri í ávísum førum, siga granskarar. 

- Tá eitt fólk nærkast teimum 40 er vandin fyri bróstkrabba ikki heilt lítil longur, og tá kann tað geva meining at hugsa um at royna onnur slag av fyribyrging. Koparspiralurin er ein annar møguleiki, sigur Lina Mørch, sum er ph.d. og toymisleiðari í danska depilinum fyri krabbameinsgransking í danska krabbameinsfelagnum.

Kvinnur millum 15 og 49 ár vóru við í kannigini. Tær flestu vóru umleið 38 ár. 

157.000 kvinnur vóru við í kanningini. 79.000 av teimum brúktu hormonspiral og líka nógvar brúktu ikki hormonspiral. 

Kvinnurnar blivu fylgdar í sambandi við kanningina í umleið 15 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946