Italia sendir migrantar víðari til Albania

Italia sendir migrantar víðari til Albania
Avtalan ber í sær, at Albania fær fimm milliardir kr. um árið fyri at taka ímóti migrantunum
Fyrstu migrantarnir úr Italia kom til Albania í dag. Teir vóru fluttir við herskipi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2024 - 15:50

Italia hevur sent fyrsta skipið við migrantum til Albania, hagar tað kom í morgun 

Migrantarnir, sum eru úr londum í miðeystri og Bangladesh, skulu nú halda til í móttøkudeplum í Albania, í staðni fyri í Italia, meðan bíðað verður eftir málsviðgerðini um uppihald. 

Italia megnar ikki at taka ímóti øllum migrantunum, sum koma til landið, og hevur tí gjørt avtalu við Albania, um at taka ímóti teimum.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fær fimm milliardir

Avtalan landanna millum ber í særr, at Italia kann senda upp til 36.000 menn, sum koma til móttøkudeplar í Italia, av landinum aftur og til Albania.

Afturfyri fær Albania fimm milliardir krónur árliga úr Italia.

Sambært italsku stjórnini, skal avtalan við Albania lætta um trýstið á móttøkudeplarnar í Italia og fáa migrantar at setast aftur.

Flestu migrantar og flóttafólk, sum fara yvir um Miðjarahavið við vón um eina betri framtíð, koma oftast fyrst til Italia ella Grikkalands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410