USA hevur eyguni eftir iranskum hóttanum móti Trump

USA hevur eyguni eftir iranskum hóttanum móti Trump
Hvítu húsini í Washington ávara um, at loypur Iran á amerikanskar ríkisborgarar, fær tað ógvusligar avleiðingar fyri Iran
Tey, sum skipa fyri valstríðnum hjá Donald Trump, siga seg hava fingið at vita, Iran hevur ætlanir um at sniðmyrða Trump.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.10.2024 - 10:42

Amerikanskir myndugleikar hava í fleiri ár havt eyguni eftir iranskum hóttanum móti Donald Trump.

Tað sigur Sean Savett, sum er talsmaður fyri amerikanska trygdarráðið, sambært Ritzau. 

- Vit átala staðiliga óforskammaðu hóttanirnar hjá Iran. Um Iran loypur á fólk okkara, millum annað tey, sum tæna USA, ella hava gjørt tað, fær tað ógvusligar avleiðingar fyri Iran, sigur hann.

Eisini Hvítu húsini ávara um, at loypur Iran á amerikanskar ríkisborgarar, fær tað ógvusligar avleiðingar fyri Iran.

Í síðsta mánaði søgdu tey, sum skipa fyri valstríðnum hjá Donald Trump, at fregnartænastur hava kunnað Trump um hóttanir hjá Iran, sum sambært fráboðanunum hevur ætlanir um at sniðmyrða hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946