Skrivað stendur: Bið Guds einglar koma eftir mær og taka meg heim

Skrivað stendur: Bið Guds einglar koma eftir mær og taka meg heim
Báðir gestirnir í sendingini Skrivað stendur vóru skeptiskir, tá ið tey fingu prædikutekstin, sum tey skuldu umrøða.
Pól Johannessen og Tóra við Keldu eru gestir í sendingini Skrivað stendur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2024 - 16:29

- Eg vil siga sum so, at nú dámar mær hann, sigur Tóra við Keldu, tá ið hon verður spurd, hvat hon heldur um dagsins tekst.

- Tá ið eg fekk tekstin sendandi, hugsaði eg, at hetta er ikki besti tekstur at tosa um, men tá ið eg hevði lisið hann nakrar ferðir, fór eg at dáma hann, sigur Tóra.

- Tá ið eg sá tekstin, eg fekk frá tykkum, hugsaði eg: "Ups!", sigur Pól Johannessen.

- Men eftir at hava lisið og grunað um hann, gjørdist eg hugtikin av, hvat orð kunnu gera. Heilt stutt orð sum: Fylg mær!, og hvussu stóra ávirkan orðið hevur havt á heimin, sigur Pól.

 

Tóra við Keldu og Pól Johannessen eru gestir í sendingini Skrivað Stendur, har tey umrøða prædikutekstin til sunnudagin í kirkjuni. Hann stendur í evangeliinum eftir Jóhannus og snýr seg um, tá ið Jesus fær sær lærusveinar.

 

- Matteus, Markus og Lukas líkjast nógv, men Jóhannes kemur við nøkrum heilt øðrum. Hann er eygnavitni og hevur hitt Jesus. Tí verður hansara frásøgn meiri persónlig, og tað haldi eg, er ahugavert, sigur Pól.

- Tað er í ljósinum av, hvussu Jóhannes evangeliið byrjar. Tað er so øgiliga stórt og poetiskt ”Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud” og eg veit ikki hví, men eg havi ikki givið mær far um henda tekstin fyrr. Eg mátti lesa hann nakrar ferðir, áðrenn eg bleiv ordiliga góð við hann. Hann lýsir Jesus upp á so nógvar mátar, sigur Tóra við Keldu.

 

Prædikuteksturin til sunnudagin er um, tá ið Jóhannes doyparin vísir Símuni, Filippusi og Natanael á Jesus, og teir velja at leggja alt frá sær og fylgja honum. Ein tekstur, sum heilt greitt skal vísa lesarnum, hvør Jesus í veruleikanum er.

 

- Hetta er ein tekstur um Guds sendiboð. Eg havi upplivað at hava sitið saman við sjúkum ella gomlum, ið hava biðið meg biðið eina bøn, og eg havi spurt, hvat skal eg biðja um? Jú, bið um, at Guds einglar skulu koma og taka meg heim. Tað er hetta hesin teksturin kann siga nakað um, sigur Pól Johannessen.

 

Lurta eftir sendingini Skrivað stendur HER

 

Prædikuteksturin til 19. sunnudag eftir tríeindardag stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap. 1 35-51

v35 Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. 
v36 Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!» 
v37 Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. 
v38 Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: 
v39 «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?» 
v40 Hann sigur við teir: «Komið og síggið!» Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. 
v41 Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. 
v42 Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður). 
v43 Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) 
v44 Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!» 
v45 Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs. 
v46 Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.» 
v47 Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!» 
v48 Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!» 
v49 Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?» Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.» 
v50 Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!» 
v51 Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.» 
v52 Og hann segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.»

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina Skrivað stendur til rættis
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431