- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið stevnt um samráðingarrætt

Føroysk miðlafólk hava nú stevnt landsstýrinum, tí tað vil ikki viðurkenna samráðingarrætt felagsins.
Stevningin var latin Føroya rætti í gjár.
Felagið sigur, at nú er endaliga greitt, at grundleggjandi rætturin hjá miðlafólki at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service stovninum Kringvarpi Føroya skal roynast í rættinum.
Stevningin var fráboðað eftir úrslitaleysan fund í Tinganesi mikudagin í síðstu viku.
Har vóru løgmaður, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og Lønardeildin við.
Bóðu um samráðingarrættin
22. mai í fjør bað felagið Føroysk miðlafólk um samráðingarrættin fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, serliga í Kringvarpinum, tá sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024.
Men tað vildi landsstýrið ikki.
Og samráðingar við landsstýrið endaðu so úrslitaleysar 2. apríl í ár.
Kravið í stevningini hjá Føroyskum miðlafólkum er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk miðlafólk er felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Felagið sigur, at politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála.