Vikukjakið: Ein brestbúgvin vika

Vikukjakið: Ein brestbúgvin vika
Bústaðarpakkar, kæra um landsstýriskvinnu, børn, ið verða send av landinum og rúmdin - vóru evnini, sum Ben Arabo og Marjun í Kálvalíð skiftu orð um hesa vikuna
 
28.09.2024 - 14:32

So nógv stór tíðindi hava verið á breddanum, at "eksplosiv" er eitt orð, ið kann lýsa hesa vikuna. Tað heldur Ben Arabo, stjóri í Framtaki og búskaparfrøðingur, sum saman við Marjun í Kálvalíð, sóknarpresti í Vága prestagjaldi, vóru vikukjakarar hesa vikuna.

Tey kjakaðust millum annað um, hvørt tað er eitt gott hugskot at brúka ein part av pensjónini at keypa sítt fyrsta hús fyri, hví børn framvegis verða send av landinum, um landsstýriskvinnan í umhvørvismálum eigur at leggja frá sær, og um rúmdarvinna er ein gongd leið í Føroyum?

Tey bæði taka ikki sannførandi undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um, hvussu ung kunnu hjálpast inn á bústaðarmarknaðin. Hinvegin eru tey hugtikin av rúmdini og rúmdargransking, nú Andreas Mogensen, astronautur, hevur vitjað í Føroyum.

Eitt landsstýrisfólk skal ongantíð tilvitað siga ósatt fyri tinginum, men torført er at taka støðu í málinum um kæruna av Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, áðrenn ein endalig niðurstøða fyriliggur frá landsstýrismálanevndini - halda vikukjakararnir.

Og vit skulu gera alt - og meira - fyri, at børn ikki verða senda av landinum halda Ben Arabo og Marjun í Kálvalíð.

Lurtið eftir vikukjakinum her

 

1699244

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791