Álopið við Sandá: Fýra vikur aftrat í varðhaldinum

Álopið við Sandá: Fýra vikur aftrat í varðhaldinum
Skuldsetti maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl
Rætturin avgjørdi at leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur. Grundgevingin hjá ákæruvaldinum var, at vandi er fyri, at skuldsetti maðurin fer av landinum. (Savnsmynd)
 
17.09.2024 - 18:05

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at leypa á eina kvinnu við Sandá 28. apríl, skal sita fýra vikur aftrat í varðhaldi. Tað hevur rætturin avgjørt í dag.

Ákæruvaldið grundgav fyri at leingja varðhaldsfongslinum, at vandi var fyri, at maðurin fór av landinum.

Maðurin vildi ikki sjálvboðin vera í varðhaldi longur, og tí var rættarfundur.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl.

 

Longt fleiri ferðir

Varðhaldið er tí longt nakrar ferðir. 

Viðhvørt vil maðurin sjálvboðin leingja varðhaldið. Men viðhvørt vil hann lata rættin avgera tað.

Og tá kærir hann úrskurðin til Eystara landsrætt, sum tó higartil hevur givið Føroya rætti viðhald.

 

Gekk eftir gøtuni við Sandá

Tað var 28, apríl, at ein ung kvinna varð álopin, meðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn.

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. 

Umleið eitt korter eftir álopið handtók løgreglan ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Maðurin er í tríatiárunum og er útlendingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Vikuskiftið 14 februar
187800
Fríggjadag 14. februar
Tú manst vita frá mongum at siga
187794
Fríggjadag 14. februar
Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
187774
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616