![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2022-01-18-09h43m44s848.png?itok=Ux-eLzk2)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórhøllin ov lítil til fyrsta landsdystin
Stórhøllin ov lítil til fyrsta landsdystin
Eftir fáum minuttum vóru øll 2.500 atgongumerkini, sum vóru sett til sølu, seld
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2025-02-14-13h53m13s184.png?itok=l15wjsXe)
Øll 2.500 atgongumerkini vóru seld eftir lítlari løtu.
14.02.2025 - 13:42
Longu til fyrsta landsdystin í hondbólti er nýggja, altjóða stórhøllin Við Tjarnir ov lítil.
Klokkan 10 fyrrapartin setti Hondbóltssambandið 2.500 atgongumerki til landsdystin hjá monnum millum Føroyar og Holland til sølu.
Gunn Ellefsen er forkvinna í Hondbóltssambandinum.
Dysturin verður mikudagin 12. mars.
Eftir fáum minuttum vóru øll atgongumerkini seld.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
14022025_Hondboltur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV