Søkja eftir aðalstjóra til Heilsumálaráðið

Søkja eftir aðalstjóra til Heilsumálaráðið
Bjørgfríð Ludvig hevur síðani 1. januar í ár verið fyribilssettur aðalstjóri
Heilsumálaráðið skal hava nýggjan aðalstjóra.
 
12.09.2024 - 13:08

Søkt verður nú eftir aðalstjóra til Heilsumálaráðið.

Bjørgfríð Ludvig hevur síðani 1. januar í ár verið fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Hon tók við, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir løgfrøðiliga ráðgeving, gav Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, ætlanarskriv um tænastumannakanning.

Síðst í juni var avgerð tikin um, at Turid Arge fær eina átalu og fer frá sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Samstundis verður hon sett í starv sum ráðgevi í Løgmálaráðnum.

Kanningarleiðarin, Jens Nørtved, gjørdi tænastumannakanningina. Í niðurstøðu sínari staðfesti hann, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

 

Bjørgfríð Ludvig hevur verið fyribilssettur aðalstjóri síðani á nýggjárinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Áramálssett starv

Nú verður søkt eftir nýggjum aðalstjóra. 

Starvið er áramálasett í sjey ár við møguleika fyri leingjan í upp til trý ár. 

Aðalstjórastarvið er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. 

Umframt eina mánaðarliga viðbót upp á 6.380 kr. fyri aðalstjóraleiklutin verður mánaðarlig viðbót veitt upp á 20 prosent av grundlønini fyri áramálssetan.

Eftirlønin er 15 prosent av samlaðu lønini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737