Fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum

Fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum
Síðani august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 180 fleiri, og vøksturin er 1,2 prosent
14.450 kvinnur vóru í starvsfólkahópinum 1. august. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
12.09.2024 - 08:15

Fleiri kvinnur arbeiða nú enn fyri einum ári síðani, sigur Hagstovan.

Í starvsfólkahópinum 1. august vóru 29.402 fólk, slakir 15.000 menn og 14.450 kvinnur.

Síðani august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 180 fleiri, og vøksturin er 1,2 prosent. Hjá monnum er vøksturin bara 0,7 prosent, 100 menn.  

Góð helvt yvir 40 ár

Stívliga helvtin, 54 prosent, av starvsfólkunum er yvir 40 ár. 

Pensjónsaldurin fær ikki øll at leggja frá sær, tí 0,3 prosent av teimum, sum arbeiða, eru 80 ár ella eldri. Tað eru 88 fólk.

Og trý prosent, 888 fólk, eru millum 70 og 80 ár.

 

Triðingur úr Asia

Ein triðingur av starvsfólkunum uttan bústaðartilknýti er úr Asia.

Bústaðartilknýti er, tá ið fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

1. august vóru 1.877 starvsfólk uttan bústaðartilknýti í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737