Amerikanski og bretski uttanríkisráðharrin í Kyiv

Amerikanski og bretski uttanríkisráðharrin í Kyiv
Ukraina vil sleppa at brúka vesturlendsk vápn inni í Russlandi
Antony Blinken og David Lammy. Í miðjuni ukrainski uttanríkisráðharrin, Andry Sybiha.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.09.2024 - 14:23

Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken og bretski starvsfelagin David Lammy eru í dag á vitjan í Kyiv, har teir m.a. skulu tosa við Volodymyr Zelenskyj, forseta.

Teir komu til Kyiv við toki úr Póllandi í morgun. 

Vitjanin er í eini avgerandi løtu í krígnum, har Ukraina biður sameindu londini um heimild at brúka langtberandi vápn, sum Vesturheimurin hevur latið Ukraina, inni í Russlandi.

Samstundis loypur Ukraina á í landspartinum Kursk, og russarar taka seg fram í Donbas - har eystri í Ukraina.

- Eg haldi, at hetta er avgerandi støða fyri Ukraina mitt um heystið við samanbrestum við Russland, sum heldur fram at herða síni álop, segði Blinken í London á tíðindafundi saman við Lammy í gjár.

Umframt Zelenskyj, skulu teir eisini hitta leiðandi limir í stjórnini, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366