- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funnin sekur í tveimum neyðtøkum og at hava givið gentum rúsevni
Ein 21 ára gamal maður er í Føroya rætti í dag funnin sekur í at hava neyðtikið tvær gentur og at hava havt kynsligt samband við tríggjar aðrar gentur undir 15 ár.
Harumframt er hann funnin sekur í at hava givið gentunum rúsevni.
Á rættarfundi í morgun varð kunngjørt, hvørja støðu teir seks nevningarnir høvdu til skuldarspurningin í málinum ímóti 21 ára gamla manninum, sum alla síðstu viku sat á ákærubonkinum, ákærdur fyri tilsamans 11 brot á revsilógina.
Tann 21 ára gamli hevur verið ákærdur fyri fimm neyðtøkur, har nevningarnir í trimum førum valdu at fríkenna hann, men í hinum báðum førunum funnu hann sekan.
Í trimum førum er hann funnin sekur í at hava havt kynsligt samband við gentur undir kriminella lógaldurin, sum er 15 ár, harav hann hevði játtað seg sekan í tveimum førum.
Ákærin og ákærdi í rættinum. (Tekning: Janus Guttesen)
Neyðugt við atkvøðugreiðslu
Í onkrum av ákærupunktunum vóru nevningarnir ikki samdir, so neyðugt var við atkvøðugreiðslu at koma til eina niðurstøðu.
Tann 21 ára gamli er funnin sekur í at hava givið ungu gentunum ritalin og hassj, men eisini har hevur hann játtað seg sekan.
Á rættarfundinum í morgun førdi verjin vitni, ið greiddi frá, at tann ákærdi hevði tikið sær betri partar fyri, tá ið tað kom til misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.
Ákærdi sjálvur var eisini avhoyrdur um hesi viðurskifti og segði viðgerðina, hann hevði fingið, hava verið sær til hjálpar.
Klokkan 12 verður ættarfundurin tikin uppaftur, og tá verður sjálv revsingin ásett.