Til Havnar við ullini

Til Havnar við ullini
Ullardagur er í Reinsarínum í Havn í dag, ella Wool Fest, sum tey á Búnaðarstovuni í Kollafirði rópa tað á enskum.
Pat Peterseon, Joana Bjarnastein og Dorthea Joensen, ið hava lagt ullardagin til rættis
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
07.09.2024 - 13:36

Millum annað verður skipað fyri verkstovum, har tann fyrra var millum klokkan 10 og 12 og tann seinna verður millum klokkan 13 og 15.

Har sleppa fólk at nappa, karða, spinna og binda, og til staðar eru eisini fólk, sum eru til reiðar at læra frá sær.

- Vit eru komin til Havnar við ullini, sigur Dorthea Joensen frá Búnaðarstovuni í Kollafirði, ið skipar fyri.

Ullardagurin í Reinsarínum í Havn byrjaði klokkan 10 í morgun og heldur fram allan seinnapartin, líka til klokkan 16.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Dortheu Joensen og Joanu Bjarnastein:

2024-09-06-Ullardagur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856