Málið um føroyskan politist fer í Landsrættin

Málið um føroyskan politist fer í Landsrættin
Maðurin er dømdur fyri blygdanarskemd, tí hann føldi upp á ein kvinnuligan starvsfelaga í kjallaranum á politistøðini í Havn í januar í fjør
Dómurin, sum ein politistur fekk í Føroya rætti, er skotin inn fyri Landsrættin. (Savnsmynd)
 
28.08.2024 - 09:29

Eystari landsrættur hevur fingið málið um ein føroyskan politist, sum fekk tíggju daga treytaða fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri tveimum vikum síðani.

Hann er dømdur fyri blygdanarskemd, tí hann føldi upp á ein kvinnuligan starvsfelaga í kjallaranum á politistøðini í Havn í januar í fjør.

Hann var eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin og kvinnuni 5.000 krónur í endurgjaldi.

Kravið var annars 20.000 krónur. 

Verjin hjá manninum, Karina Skou, sigur, at dómurin er skotin inn fyri Landsrættin.

Maðurin noktar seg sekan.

Statsadvokaturin er ákæri í málinum, tí føroyska ákæruvaldið er ógegnigt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896