Kanna hvaðani ískaldi sjógvurin kemur

Kanna hvaðani ískaldi sjógvurin kemur
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong hevur síðstu dagarnar sett níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum
Havstovan heitir á skip um at vísa varsemi í økinum, sum er nærindis íslendska markinum.
 
27.08.2024 - 08:34

Nú verður kannað, hvaðani ísakaldi sjógvurin, sum floymir vestur úr Bankarennuni, stavar.

Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong hevur síðstu dagarnar sett níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum.

Hetta eru línur, strektar millum tungt søkk á botni, og eitt flot, sum kemur upp á 100 metra dýpi.

 

Skulu vísa varsemi

Tí hevur Havstovan eisini heitt á skip um at vísa varsemi í økinum, sum er nærindis íslendska markinum.

Vísindalig útgerð hevur so ferðast upp og niður eftir hesum línum tvær ferðir um dagin.

Mátingarnar eru partur av eini stórari verkætlan, nevnd UFO.

Eisini havrannsóknarskipið Jákup Sverri setir eina fortoyning, sum tó verður sett so mikið djúpt, at vandi ikki er fyri samanrenning við trol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896