Fútin: Sparingar í politinum raka ikki trygdina

Fútin: Sparingar í politinum raka ikki trygdina
Michael Boolsen vísir tí aftur, sum Politistafelagið sigur um støðuna hjá politinum í Føroyum
Michael Boolsen, fúti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2024 - 15:22

Føroya Politistafelag hevur rópt varskó, tí løgreglan sambært felagnum er so sperd, at hon klárar ikki at loysa uppgávurnar, sum skulu loysast. 

- Politiið, sum frammanundan er undirmannað, hevur milliónaundirskot, og í staðin fyri styrkja politiið, verður gjørd ein greining, sum skal laga politiið til undirskotið, segði Eyðun Dalsgarð, formaður í Politistafelagnum, í útvarpinum í gjár.  

 

Eyðun Dalsgarð, formaður í Politistafelagnum, heilsar upp á Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra, tá nýggja høllin hjá løgregluni til skotvenjingar var tikin í nýtslu fríggjadagin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hesum vísir Michael Boolsen, fúti, aftur.

Hann váttar, at politiið í Føroyum skal spara fimm milliónir, og at ein greining er sett í verk, hvussu peningurin kann sparast.

Men fútin vísir aftur, at hetta fer at raka trygdina. Fútin vísir eisini aftur, at løgreglan er undirmannað, og at tað stendur so illa til, sum Politistafelagið vil vera við.

Hoyr samrøðu við Michael Boolsen, sum var gestur í útvarpsstovuni:

 

27082024_Boolsen

 

Sí eisini: Politistafelagið: Politiið er spert og klárar ikki at loysa uppgávurnar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896