![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/sit_down_a_glasi-23.jpg?itok=VgrYWgnO)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytir Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki sína avgerð, má tað sjálvt taka ábyrgd fyri og rinda endurgjald til uppsagda undirvísingarstjóran á Glasi, Elsu Mariu Holm Olsen.
Tað sigur Gunn Ellefsen, sakførari hjá Unu Joensen, rektara, í sínum hoyringarsvari til ætlanarskrivið hjá ráðnum um at standa við avgerðina at ógilda uppsøgnina.
- Endurgjaldskravið kann fara upp um eina millión krónur, metir Gunn Ellefsen.
Glasir ikki partur av málinum
Glasir er ikki partur í málinum um uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, útbúgvingarstjóra, og skal tí bara gera, sum yvirskipaði myndugleikin, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sigur.
Tað skrivar Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari hjá Elsu Mariu Holm Olsen, millum annað í sínum síðsta hoyringarskrivi í málinum. Hann vísir til Christian Andreasen, sum gjørdi eina óhefta frágreiðing av málinum fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum eisini segði, at Glasir ikki er beinleiðis partur í málinum.
Men tað er Glasir, sum sleppur at rinda uppsagda undirvísingarstjóranum endurgjald, um hon fær viðhald, og tað er stovnurin ikki sinnaður at gera, tí tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur gjørt ein feil.
Vart í meira enn eitt ár
Uppsagnarmálið av undirvísingarstjóranum á Glasi hevur nú vart í meiri enn eitt ár, og endurgjaldskravið verður at rokna fra 1. september í 2023, sambært sakføraranum hjá Elsu Mariu Holm Olsen, stendur í hoyringarsvarinum hjá rektaranum á Glasi.
Hoyringarsvarið er gjørt í sambandi við ætlanarskrivið hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um at standa við avgerðina at ógilda uppsøgnina av útbúgvingarstjóranum.
Kravið er 741.000 kr.
Sambært sakføraranum hjá Unu Joensen hava tey fingið upplýst, at kravið er 741.467 krónur at rokna frá september í 2023 til juli í ár - 67.406 krónur um mánaðin við eftirløn
Men málið gongur enn, og verður úbúgvingarstjórin settur aftur, kemur upphæddin upp á 1,2 milliónir sigur Gunn Ellefsen í sínum svari - hetta tí enn ein uppsagnartíð má roknast uppí, tí starvið ikki er til longur.
Hon endar sítt hoyringarsvar við at siga, at broytir Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki sína avgerð um at halda fast við upprunaligu avgerðina at ógilda uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, má ráðið taka fulla ábyrgd fyri málinum - harundir at samráðast um og rinda Elsu Mariu Holm Olsen eitt møguligt endurgjald.
Aðalráðið gjørdi ein feil
Barna- og útbúgvingarmálaráðið læt gera eina óhefta kanning av málinum, og í kanningini verður staðfest, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt ein feil í viðgerðini av kæruni, sum byggir á skeiv fakta.
Orsakað av atliti at borgaranum og at Glasir ikki er beinleiðis partur í málinum, var tilmælið, at avgerðin skuldi standa við, hóast tað var staðfest, at feilir vóru í viðgerðini.
Men tað er feilurin hjá Barna-og útbúgvingarmálaráðnum og tí ikki Glasir, men ráðið, sum má rinda endurgjald til uppsagda útbúgvingarstjóran, um tey standa við sína avgerð, heldur sakførarin hjá Unu Joensen, rektara.