328 fulltíðararbeiðsleys í juli

328 fulltíðararbeiðsleys í juli
Arbeiðsloysið er vaksið eitt lítið vet seinasta árið
Hóast arbeiðsloysið er vaksið eitt vet, er framvegis nógv arbeiði í landinum.
Mynd: Hagstovan  
 
26.08.2024 - 14:41

Arbeiðsloysið í Føroyum var 1,1 prosent í juli. 

Tað svarar til 328 fulltíðararbeiðsleys. 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya. 

Tað er ein lítil vøkstur, tá samanborið verður við juli í fjør. Tá var arbeiðsloysið 0,7 prosent, ella 215 fulltíðararbeiðsleys.

Hagstovan lýsir ein fulltíðararbeiðsleysan sum ein persón, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. 

Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin, skrivar Hagstovan. 

 

357 arbeiðsleys ymisk tíðarskeið

Í juli vóru 357 fólk, sum ymisk tíðarskeið vóru arbeiðsleys. Tað er 110 fleiri enn í juli í fjør.

Sama mánað vóru 36 persónar ella 10,1 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. 

Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár.

Tað er 1,5 prosentstig minni enn í fjør, men átta persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896