Politiið í Grønlandi ger endaliga av, um Watson skal útflýggjast Japan

Politiið í Grønlandi ger endaliga av, um Watson skal útflýggjast Japan
Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sigur, at er grundarlag fyri at útflýggja Paul Watson til Japan, so er tað politiið í Grønlandi at gera av, um so verður
Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri, sigur, at enn verður mett um, hvørt tað er grundarlag fyri at útflýggja Japan Watson
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.08.2024 - 08:11

Politiið í Grønlandi handtók Paul Watson vegna standandi boð um handtøku, ið hevur staðið við síðan 2012.

Tað staðfestir danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard. 

Hansara embætisfólk arbeiða enn við at meta um, hvørt grundarlag er fyri at útflýggja Paul Watson til Japans ella ikki.

Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sigur, at er tað grundarlag fyri at útflýggja Paul Watson til Japan, so er tað upp til politiið í Grønlandi at gera av, um treytirnar fyri útflýggjan eru til staðar.

Paul Watson var handtikin í Nuuk tann 21. juli og var tá varðhaldsfongslaður. Tann 15. august avgjørdi rætturin í Grønlandi, at tað var grundarlag fyri at leingja varðhaldsfongslingina fram til 5. september, og danski løgmálaráðharrin væntar, at danska løgmálaráðið er komið við einari avgerð áðrenn tað.

 

1692116

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981