Løgreglufólk og 40 ára gamal maður lótu lív eftir skotbardaga í Noreg

Løgreglufólk og 40 ára gamal maður lótu lív eftir skotbardaga í Noreg
Tveir persónar doyðu av skottilburðinum og ein triði persónur er innlagdur á sjúkrahúsi
Politibilur
Mynd: Savnsmynd  
 
28.12.2024 - 10:18

Tvey fólk - harímillum ein løgreglumaður - eru í nátt deyð í einum skottilburði í Norra.  

Tað skrivar norska kringvarpið.  

Tað var um eitt tíðina í nátt norska tíð, at løgreglan fekk boð um eina møguliga vandamikla støðu í bygdini Klepp, sum liggur sunnanfyri Stavanger á vesturstrondini.  

Í eftirfylgjandi skottilburðinum blivu trý fólk rakt av skotum.  

Øll trý blivu flutt á Universitetssjúkrahúsið í Stavanger, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á tveimum teirra.  

- Tað er við djúpari sorg at vit staðfesta, at tveir persónar eru deyðir, segði Hans Vik, norskur politimeistari, á tíðindafundi í morgun.  

Tey deyðu eru eitt løgreglufólk í tjúunum og gerningsmaðurin, sum var í fjøritunum.  

Tann triði persónurin - eisini eitt løgreglufólk - er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsinum og fær viðgerð.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017