Seinasti tilburðurin av nátasjúku var í 2017

Seinasti tilburðurin av nátasjúku var í 2017
Nú nátatíðin byrjar, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan upp aftur áminningina um at fyribyrgja nátasjúku
Síðani 1991 hava verið seks tilburðir av nátasjúku, tann seinasti í 2017. (Savnsmynd)
 
23.08.2024 - 08:44

Av tí at fuglakrím fyrr hevur verið staðfest í villfugli, og tað ikki kann útilokast, at tað kemur aftur, leggur Heilsufrøðiliga starvsstova dent á, nú nátatíðin byrjar, at fólk skula ansa eftir ikki at bera fuglakrím til taman fugl, ella um illa veit við, smitta fólk.

Nú nátatíðin byrjar, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan upp aftur áminningina um at fyribyrgja nátasjúku. 

Síðani 1991 hava verið seks tilburðir av nátasjúku, tann seinasti í 2017.   

Vanliga byrjar sjúkan fýra til 14 dagar eftir smittuna.

Vanligu sjúkueyðkennini eru lungnabruni við skjálvta og fepri, 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. 

 

(Savnsmynd)

 

 

Ússaligur og í ørviti

Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.

Nátar, sum virka sjúkir, eru rak og ússaligir, og eiga ikki at vera tiknir, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.   

Tá nátin er royttur, skáldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. 

Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku, doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá nátin er kókaður ella stoktur. 

Um ætlanin er at selja nátar, skal tað vera á løggildum stað ella sambært heimaframleiðslukunngerðini. 

Á heimasíðuni hfs.fo er ymiskt um nátasjúku, millum annað hvussu hon smittar og sjúkueyðkenni.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896