- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eru fyri neiligari atferð og hóttanum á arbeiðsplássinum
Arbeiðsfólk eru fyri neiligari atferð og hóttanum, meðan tey eru til arbeiðis.
Tað er eitt av úrslitunum í føroyskari granskingarverkætlan.
Neilig atferð fevnir um hóttanir, harðskap, happing, kynsliga happing, mismun og sjikanu.
Óluva í Gong.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at hon veit eisini um hetta frá sínum limum.
- Tað er umráðandi at tryggja sálarliga arbeiðshvørvi við lóg, sigur Óluva í Gong.
Annika Helgadóttir Davidsen.
Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, hevur saman við øðrum gjørt kanningina, sum 9.420 fólk hava svarað.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.
Allur Breddin kann hoyrast her.