Vil hava linari dóm fyri neyðtøku

Vil hava linari dóm fyri neyðtøku
Maðurin, sum er fyrst í tjúgunum, fekk síðst í mai hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti. Hann vil hava linari revsing frá Landsrættinum
Ákæruvaldið kravdi tvey ár í Føroya rætti og fer at krevja tvey ár aftur nú í Landsrættinum. (Savnsmynd)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2024 - 09:40

Ein maður, sum í Føroya rætti er dømdur fyri neyðtøku, vil hava linari revsing, enn hann fekk í Føroya rætti.

Mál hansara skal tí viðgerast í Eystari landsrætti í dag.

Maðurin, sum er fyrst í tjúgunum, fekk síðst í mai hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Hann var ákærdur og dømdur fyri neyðtøku, fyri oralsex, sum hann noyddi eina javnaldrandi kvinnu til á einum vesi í einum skeinkingarstaði í Havn 10. mars í ár.

Maðurin noktar seg sekan. 

Men hann hevur ikki appellerað avgerðina hjá Føroya rætti um, at hann er sekur.

 

Vístur úr Føroyum

Ákæruvaldið kravdi tvey ár í Føroya rætti, og fer at krevja tvey ár aftur nú í Landsrættinum. 

Maðurin, sum er útlendingur, er vístur úr Føroyum. Hann hevur ikki loyvi til at koma higar í tíggju ár.

Maðurin var fluttur í varðhaldið, eftir at hann fekk dómin í Føroya rætti. Og har er hann enn.

Maðurin er dømdur eftir lógini um, at sex krevur samtykki.

Eftir gomlu lógini hevði hann fingið minni enn eitt ár.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896