- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk innrás til Iceland Airwaves aftur í ár
Faroese Music Export boðar í tíðindaskrivi frá, at trý føroysk tónleikanøvn skulu spæla á kenda íslendska festivalinum Iceland Airwaves í november, og øll trý syngja á føroyskum.
"Tað er ómetaliga hugaligt, at viðburðurin, sum føroysk tónleikanøvn hava havt seinastu árini, heldur fram, og at vit nú aftur fáa høvi til at vera við á Iceland Airwaves," sigur Glenn Larsen, stjóri á Faroe Music Export (FMX).
"Og sjálvsagt er tað sera spennandi, at øll trý tónleikanøvnini, sum skulu á pall á festivalinum, fara at syngja á føroyskum."
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo
Føroyingar gera vart við seg uttanlands
Tíðliga í summar skipaði FMX fyri einari sera væl eydnaðari luttøku á festivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi.
Á festivalinum, sum er ein tónleikavinnufestivalur, vóru Joe & The Shitboys úrvaldir til at spæla eina konsert saman við The Hives í Italia, umframt at Aggrasoppar vunnu Steve Strange-virðislønina, fyri at vera tónlistarliga tann mest áhugaverdi bólkurin av øllum.
Og nú er greitt, at Marius Ziska, Dania O. Tausen og Silvurdrongur skulu spæla á viðurkenda Iceland Airwaves festivalinum í november, ið eisini er ein tónleikavinnufestivalur.
"Marius Ziska spældi á Iceland Airwaves longu í 2013, men festivalurin hevur lagt merki til, hvussu altjóða áhugin fyri honum bara er vaksin síðani tá. Tískil vilja tey fegin bjóða honum aftur at spæla á festivalinum," greiðir Glenn Larsen frá.
"Dania O. Tausen var eisini upp á tal á festivalinum í 2023, men tá tey fingu at vita, at hon hevði fingið FMA-virðislønina fyri ársins heildarútgávu her í Føroyum, vóru tey sannførd um, at hon var verd at bjóða til festivalin at spæla. Tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves heldur rætt og slætt, at nýggi tónleikurin hjá Silvurdrongi er ótrúliga spennandi, og tey vilja fegin síggja hann á einum av fremstu pallunum á festivalinum."
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Tvær konsertir hvør
Í ár, eins og tey bæði undanfarnu árini, fara føroysku tónleikanøvnini at spæla í minsta lagi tvær konsertir hvør á Iceland Airwaves festivalinum.
"Tann eina verður fríggjakvøldið á festivalinum í sera kenda spælistaðinum Iðno, ið liggur mitt í hjartanum í Reykjavík. Hetta verður í sambandi við, at vit í FMX fara at hava eitt serligt tiltak, har bert føroysk tónlistafólk vera á pallinum," greiðir Glenn Larsen, stjóri í FMX, frá.
Hin konsertin verður partur av høvuðsskránni hjá festivalinum.