- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjin krevur málið viðgjørt, hóast skiparin er til skips
Daniel Binyon, skipari, er ikki komin til rættarfundin í Eystari landsrætti í Havn nú klokkan níggju.
Hann er til skips, sigur verji hansara, Bjørn á Heygum.
Men Bjørn á Heygum fer at krevja, at málið kortini verður viðgjørt.
Tað ber til, tí revsingin er ikki so stór, sigur hann.
Ákæruvaldið krevur væntandi, at Landsrætturin vísir málinum frá sær, so dómurin hjá Føroya rætti verður standandi.
157.000 kr. í sekt
Skiparin, Daniel Binyon, fekk 157.000 krónur í sekt í Føroya rætti í juli í fjør. Hann skeyt dómin inn fyri landsrættin.
Skiparin var dømdur fyri at hava brotið forboðið, sum skipið fekk fyri at fara inn um føroyska 12 fjórðinga markið.
Sektin var tvær ferðir 75.000 kr. fyri tvey brot á kunngerðina um 12 fjórðinga markið.
Hann fekk eisini 7.000 krónur í sekt fyri at bróta reglur um pass og tolleftirlit.
Eystari landsrættur hevur sett av tríggjar tímar til málið hjá Daniel Binyon.