- Tíðindi, mentan og ítróttur
333 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga, sigur Hagstovan.
Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vaks fólkatalið 333 fólk, ella bara 0,6 prosent. 1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum.
Tað eru knappliga 200 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá vøksturin var eitt prosent.
Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði niður í helvt.
Burðaravlop og nettotilflyting
Fólkavøksturin seinasta árið stavar frá burðaravlopi, sum er 144, og nettoflyting, sum er 189 fólk.
Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. juli 2022 til 1. juli 2023, minkaði nettoflytingin niður í helvt, serliga tí færri fluttu til Føroya.
Burðaravlopið minkaði eisini. Seinasta árið var tað 144 fólk. Tíðarskeiðið frammanundan var tað 184.
Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd.