Næmingar á Glasi ónøgdir við nýggja telefon- og internetpolitikkin

Næmingar á Glasi ónøgdir við nýggja telefon- og internetpolitikkin
Skilhaldsreglurnar hava millum annað við sær, at næmingar ikki longur sleppa at hava telefonina hjá sær í tímunum ella inn á ávísar netsíður í skúlatíðini
Næmingar á Glasi hava áður mótmælt avgerðir hjá leiðsluni, ið tey halda gera seg inn á teirra frælsi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / Savnsmynd  
 
16.08.2024 - 14:19

Nýggi telefon- og internetpolitikkurin á Glasi fær misjavna undirtøku millum næmingarnar.

Skilhaldsreglurnar hava millum annað við sær, at næmingar ikki longur sleppa at hava telefonina hjá sær í tímunum, og tær merkja eisini, at internet skúlans er avmarkað soleiðis, at næmingarnir ikki longur sleppa inn á ávísar síður í skúlatíðini.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, skrivari í Næmingaráðnum, sigur, at nógv kenna tað sum, at reglurnar gera seg inn á sjálvábyrgdina hjá fólki, heldur hon.

Næmingaráðið skilir væl, hví stigið verður tikið, men heldur tó, har eru onnur amboð, sum skúlin hevur at brúka, til dømis at koyra næmingar út úr undirvísingini og harvið geva teimum reyðan blokk, um teir ikki fylgja við í tímunum, sigur Bjørg Bryndhildardóttir Egholm.

 

Veikar grundgevingar

Rektarin hevur samanborið skúlan við eitt arbeiðspláss, men arbeiðsgevararnir taka ikki telefonirnar frá fólki og leggja avmarkingar á internetið, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm 

Áðrenn nýggju reglurnar vórðu settar í gildi, slapp næmingaráðið at gera sínar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar

Næmingaráðið merkir stóra ónøgd millum tey lesandi við skilhaldsreglurnar, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm. 

Hoyr innslagið, sum var í útvarpstíðindunum. 

 

Naemingar_a_Glasi_onogdir_vid_telefonreglur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878