Landið selur tveir bygningar í ár

Landið selur tveir bygningar í ár
Landskassin hevur Oman Reyðhús 4 og 6 í Klaksvík. Fleiri almennir bygningar verða ikki seldir í ár
Landsverk umsitur bygningarnar hjá landinum.
 
16.08.2024 - 05:35

Landskassin hevur selt tveir bygningar í ár, Oman Reyðhús 4 og 6 í Klaksvík.

Teir eru 168 fermetrar hvør.

Landsstýrismaðurin upplýsir ikki, hvussu nógv teir eru seldir fyri.

Fleiri almennir bygningar verða ikki seldir í ár, sigur hann.

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi, hvussu gongur at selja almennar bygningar.  

Landsverk varðar av teimum 200 bygningunum, sum landið eigur.

Teir eru, samanlagdir, 260.000 fermetrar.

Haraftrat leigar landið nógvar bygningar.

Hanna Jensen vísir á, at í álitinum um fíggjarlógina fyri 2024 skrivaði fíggjarnevndin, at inntøkujáttanin verður hækkað seks milliónir krónur til at selja bygningar, sum ikki er neyðugt at eiga.

Inntøkujáttanin er níggju milliónir krónur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896