Royna at fáa glið á samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og KAF

Royna at fáa glið á samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og KAF
Semingsstovnurin krevur, at spurningurin um arbeiðstíðarreglur skal vera komin upp á pláss, áðrenn onnur krøv í trætuni millum Maskinmeistarafelagið og KAF verða tikin upp
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.08.2024 - 10:30

Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin fóru Semingsstovnurin, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið á fund um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.

Semja skal fáast um arbeiðstíðarreglur fyrst í nýggja sáttmálanum millum partarnar.

Semingsstovnurin kravdi, at ein arbeiðsbólkur skal koma á mál við spurninginum um arbeiðstíðarreglur, áðrenn onnur krøv í sáttmálatrætuni millum Maskinmeistarafelagið og KAF yvirhøvur vera tikin upp.

Arbeiðsbólkurin hevði fund í vikuni og hevur fund aftur nú.

 

Greina spurningin um arbeiðstíðarreglur

Arbeiðsbólkurin skal greina og greiða spurningin um arbeiðstíðarreglur.

Sáttmálin var til oktober 2022.

Nú eru samráðingar um trý ára sáttmála.

Maskinmeistarafelagið sendi boð eftir Semingsstovninum 5. juli.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017